Politikkur

Hvar eru tingfólkini úr Havnini?

...

2017-10-04 21:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað er lítið og onki at frætta frá tingfólkum úr Suðurstreymi, ið skulu eitast at verja Havnina. Landsstýrið hevur lagt lógaruppskot fram á ting, har mælt verður til at játta 1000 kr til fyritíðarpensjónistarnar. Vit gleðast um, at fyritíðarpensjónistarnir fáa ein fíggjarligan bata, men vit eru skelkað av háttinum, landsstýrið hevur gjørt hetta uppá. Landið hevur fulla ábyrgd av fyritíðarpensjónum, men ístaðin fyri at taka ábyrgd av egnum málsøki, hava tey sent rokningina til føroysku kommunurnar at gjalda, heili 25 mió kr. Hetta er ófrættakent og fer út um øll mørk av frekleika.

Fyri Havnina merkir hetta eitt inntriv í fíggjarætlanina á 10 mió. Svarandi til eitt ¼ skattaprocent. Meðan kommunurnar sita og gera fíggjarætlanir sendir landsstýrið eitt missil inn í kommunala búskapin, sum ávirkar okkara raðfestingar á millum annað eldraøkinum. Men tað sum undrar okkum er, at í einum so týdningarmiklum máli, at ongi tingfólk úr Suðurstreymi ressast. Hví standa tit ikki saman og verja Havnina og verja borg ? Somuleiðis skal tað eitast, at borgarstjórar kring landið verða noyddir at sita í Tinginum til tess at verja tey kommunalu áhugamálinum, men hvar eru teirra røddir nú ?

Somuleiðis er støðan viðvíkjandi innkomuvegnum til Havnar, her er heldur ongin rødd at hoyra. Hóast landið hevur bundið seg til eina avtalu við kommununa um at gera innkomuvegin lidnan tá koyrandi verður ígjøgnum eysturoyartunnulin í 2020, so er ongin játtan sett av til endamálið. Hetta er ein katastrofa og kann als ikki góðtakast. Tað skal vera okkara vón, at tingfólk úr suðurstreymi vakna og gera vart við hetta órættvísi, sum verður gjørt bæði ímóti Havnini og mótvegis teimum føroysku kommununum.

Bogi Andreasen

Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder