Sum borgarstjóri í Vága Kommunu, er hettar ein ótrúliga keðilig tíð, nú korona aftur hevur fingið fastatøkur á okkum, kanska enn meir enn áður. Ikki tí at vit eru verri fyri enn aðrar kommunur, men tí at tað er trupult at standa á odda fyri borgarum, ið ikki føla at teir verða tiknir í álvara og tí føla seg ótryggan. Hvar vendur ein borgari sær tá til? Sjálvandi til kommununa.
Vaksandi talið av smittu tilburðum hava við sær, at nógvar familjur eru noyddar at fara til Havnar seint á kvøldi, fyri at kanna síni børn. Og hetta heldur fólki frá at fara. Saman við ógreiðu tilmælunum frá teimum ið ráða, ger ikki støðuna betri.
Sum nú er, føla borgarar at kommunan ikki tekur teir í álvara.
Hví kann ein greið útmelding, til okkum sum kommunur, ikki koma frá landsstýrinum?!
Okkum vantar eina greiða leiðbeining, so friður kann koma á økið, og øll vita hvørja leið vit skulu, fyri at berja niður smittuna.
Lokalar kanningarstøðir
Betur at vera fyrivarin enn eftirsnarin! Soleiðis sigur eitt gamalt orðatak, og hetta átti landsins leiðsla tikið til sín.
Júst av hesi orsøk, átti ein kanningarstøð verði sett upp her vesturi, so vit vóru "fyrivarin" og fingu steðgað einum møguligum útbrotið áðrenn tað av álvara kemur.
Sum borgarstjóri, havi eg roynt at fingið samband við eitt ovbyrjað sjúkrahúsverk, ið enn ikki hevur svarað, helst tí orkan ikki er til tess.
Vit vilja fegin hjálpa til við skráseting ella hvat vit kunnu stuðla við. Eisini eru borgarar her vesturi, ið eru vanir við at pota. So at fáa sett eina minni kanningarstøð upp her vesturi, átti ikki at veri ein avbjóðing.
Fyri kortum, vildu lokalu valfeløgini berjast við hond og fót fyri einari 20 krónu, og tingfólkini hóttu við bál og brand....einari 20 krónu (ikki tað at eg eri ósamdur). Men nú, tá tað eru barna familjur og ótryggir borgarar, er larmandi tøgn! Tað er nú tit eiga at stuðla og gera tykkara ávirkan!
Spurningurin er, um taktikkurin er ikki at hava eina meining? Ein leiðari uttan eina greiða ætlan, kann ikki leiða. Men er ein greið ætlan, sleppur man ikki undan at leiða.
Sum kommuna hava vit ábyrgdina av okkara starvsfólkum, sum ósjálvsøkin leggja dagin til rættis, so at bæði ung og gomul koma sum best ígjøgnum dagin, og hesi hava mína størstu virðing og tøkk.
Hettar skal als ikki skiljast sum ein ábreiðsla til sjúkrahúsverkið, tey eru framúrskarandi og eiga alt rós uppiborið.
Bjarni Prior,
borgarstjóri í Vága kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald