Hvar er Kommunaaa Eftirlitið?
Eftir at eg hoyrdi tíðindini í á náttura í gjár, 19. mars, um Fuglafjarðar
kommunu, havi eg sitið og lisið nakrar av seinastu fundarfrárgeiðingunum inni á
heimasíðuni hjá kommununi, tað eru serliga tvær av teimum sum eg haldi eru
ræðandi, tær koma her. file:///C:/Users/MB/Downloads/6c7cf26a-458e-4321-a7a5-80ec97fa8085.pdf
file:///C:/Users/MB/Downloads/64f70fe1-b416-432e-9abd-5286956aa60e%20(1).pdf
Kundi eg hugsa mær at sett tveir spurningar, um kommunala eftirlitið.
1. Um Kommunala Eftirlitið, er ein stovnur, sum av sínum eintingum
kannar eftir, um tað sum fer fram í teim ymisku kommununum, fer fram á rættan
hátt.?
Um so er, so meini eg at teir áttu at havt steðga gongdini av søluni av
tunnlunum í fuglafirði, sum eru umrøddir í omanfyri lýstu fundarfrágreiðing,
fyri langari tíð síðan.
2. Um Kommunala Eftirlitið, er ein stovnur hvar ein borgari skal venda sær til,
um hann er ónøgdur við stýringina í kommununi?
Um so er, so meini eg at tað er ikki eitt eftirlit, men ein kærustovnur.
??r hasumbáðum frásagnunum, havi eg varhugan av, at sølan av tunnlunum lugtar
langan veg av korruptión. At vilja selja tunnlarnar fyri sjey milliónir, er
bara eitt sindur meira langt úti, enn at selja teir fyri góðar tjúgu milliónir.
Hyggja vit so eftir hví nakar ynskir at selja nakað fyri minni enn man
burdi, og kundi, jamen so skulu vit bara hyggja eftir hvør selur og hvør
keypir. Í hesum føri er talan um eina sølu, sum er ogn hjá okkum borgarum, men,
sum teir ið ráða fyri borgum selja til sín sjálvs.
Hyggja vit eftir tølunum, so kostar tað í dag, á leið 20 milliónir at byggja
hasar tunnlarnar.
Skuldi man bygt eitt frystihús sum lagraði eins nógv og tunnlarnir, so hevði
tað í dag kosta á leið 80 milliónir.
Umframt at tað er so nógv dýrari at byggja eina frystigoymslu, heldur enn at
spreingja inn í fjallið, so kostar bygningurin so nógvar ferðir meira at reka,
ikki bara í viðlíkahald, sum "onki" er av í tunnlunum, men sannuliga
eisini í orku. Hasir tunnlarnir eru ein sonn gullkrubba, tískil eisini sera
áhugaverdir at fáa hendur á.
So um hasir tunnlarnir vera lýstir alment til sølu, so kunnu tit allarhelst
byggja nýggjan skúla og gera tær íløgur í havnalagnum, sum nú av berum
seráhugamálum eru samtyktar.
Eg meini tað sum fer fram í Fuglafjarðar kommunu í dag, eigur at blíva steðga
beinanvegin, antin so ella so.
Ein sera ónøgdur borgari.
--
Mortan G Berjastein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald