Politikkur

Hvar bleiv orkan av í valstríðnum?

...

2015-08-31 04:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá hugsað verður um, hvussu stór orkuavbjóðingin er í øllum londum, er undrunarvert, at hetta mestsum hevur verið tagt burtur.

Ein hin størsta avbjóðingin hjá flestu londum rundan um okkum er orkumál. Tað eru bæði umhvørvislig og fíggjarlig atlit sum skulu á breddan. Her heima koma politikarar kropp á kropp at siga hvat skal gerast. Men tað kemur absalutt onki burturúr. Álit oman á álit verður skrivað. Og serfrøðin verður kveistrað til viks.

Tað er ikki ein sjálvfylgja, at vit øll eiga okkara orkuskipan. Skipanin er, og var, samhaldsføst, og ein góð íløga hjá okkum øllum. ??tlendingar standa undrandi. Hvussu kann tað bera til, at mann í einum landi sum okkara, klárar at gera eitt orkukervi, sum fevnir um alt landið ??? eisini tey fjarskotnastu og fámentastu ??? hóast fjøll, dalar, firðir og sund ? Sigast má, at náttúrugivnar fortreytir ikki hava verið til staðar í so máta. Og harafturat kemur, at landið er av minstu og fámentastu londum. Tað var eitt ódnartak, sum okkara forfedrar tóku stig til.

Vit tí innliti og kunnleika, sum undirritaði hevur í orkumálum, vil eg gera alt tað eg kann, fyri at fáa landið meira fram á leið ??? eisini á hesum øki.

Ein málsetningur sum SEV hevur sett sær fyri, er at vit í 2030 skulu hava upp ímóti 100% av grønari, kappingarførari orku. Her er talan um orku á landi. Her skulu skilagóðar avgerðir til, fyri at vit skulu røkka hesum. Eg vil fegin vera við til at taka tøk saman við teimum, ið vara av hesum tydningarmikla máli.

Vit eiga at fara væl um náttúruna, sjálvt um vit brúka hana!

Jákup Suni Lauritsen

Valevni hjá Miðflokkinum til løgtingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder