Hvar bleiv næstrakærleikin av?
???Tú skalt elska næsta tín sum teg sjálvan. Størri enn hetta er einki annað boð.??? sigur Markus í 12. kap. vers 31.. Síðani sigur Jóhannes í kap. 13 vers 34-35, at ???tit skulu elska hvør annan; sum Eg havi elskað tykkum, skulu eisini tit elska hvønn annan. Av tí skulu vit øll sanna, at tit eru lærusveinar mínir - at tit hava kærleika hvør til annan.???
Taliban hevur tikið yvir Kabul í Afghanistan, og afghanar flýggja í eyst og vest. Vit síggja ræðuligar myndir og óhugnalig filmsbrot av mammum, ið tveita børn síni yvir um píkatráð í teirri vón, at onkur loftar teimum. Fólk verða kroyst til deyðis á ymsu flogvallunum. Kvinnur verða forfylgdar. Serfrøðingar spáa um, at Afghanistan nú verður hálað minst 20 ár aftur, og vónin um eitt nøkulunda vælvirkandi demokratiskt samfelag er her við køvt.
Tí bankar ST nú á dyrnar hjá øllum heimsins londum við bønini um, at vit mugu taka ímóti teimum, ið eru flýdd frá húsi og heimi. Og tí eru vit nú aftur her: Skulu Føroyar taka ímóti flóttafólki?
Føroyar eru ein kristin tjóð. Vit eru eitt kristið fólk, og vit hava eina fólkakirkju. Morgunlesturin verður sendur hvønn morgun í Kringvarpinum, ???Hetta heilaga evangeliið skrivar??? verður sent hvønn leygardag, guðstænastur verða sendar bæði í útvarpi og sjónvarpi hvønn sunnudag, andaktirnar eru javnan at hoyra, vit hava Lindina osf. osf.. Í dagstovnunum lesa starvsfólkini fyri børnunum úr barnabíbliuni, allir fólkaskúlanæmingar hava kristni frá 1. flokki, og spurdi eg eina fjøld av føroyingum, hvør størsti boðskapurin í Bíbliuni er, róptu øll í kór: ???Kærleikin!???.
Boðskapurin er greiður hjá samgongu- og fleiri av andstøðuflokkunum: ???Nei takk til flóttafólk!???. Fyri eini viku síðan var løgmaður eisini í miðlunum við staðfestingini; at hann framvegis vil, at Føroyar skulu vera ein partur av altjóða samfelagi og tí taka ???ábyrgd??? (les; fáa ágóðarnar við at vera partur av altjóða samfelagnum, uttan at taka ábyrgd). MEN! ???Okkara hjálp røkkir sjálvandi betur í nærumhvørvinum. Og harafturat eru vit ikki til reiðar at taka ímóti flóttafólki,??? sigur løgmaður.
Hetta tykist, eftir øllum at døma, eisini at vera hugburðurin hjá flestu føroyingum, tí skrulla vit eitt sindur á tíðindaportalunum og á Facebook síggjast rasistiskar viðmerkingar mótvegis afghansku flóttunum allastaðni. Eg skal koma við nøkrum dømum:
- ???NEI TAKK til halal slaktaríir og kvinnur í burka!!!???
- ???eg vil so onga moské fáa til Føroya???
- ???send tey aftur til har, sum tey komu frá!!!???
- ???taka vit ímóti afghanunum, fer Taliban at taka yvir í Føroyum, og tað má ikki henda!!!???
- ???Knappliga er tað synd í hasum hálvsvaka muslimska fólkaslagnum??????
Eg verði bæði flóv og kedd, tá føroyingar, mítt egna fólkaslag, vísa seg frá síni allar ringastu síðu í hesi humaniteru kreppu. At gemeni føroyingurin kann vera so sjálvsøkin og so ljótur í gerð og talu, tá kjakið snýr seg um flóttafólk, vildi eg forsvorið! Men tað, sum veruliga rakar meg fyri bróstið er, at hesir fremmandahatarar eru foreldur, ommur, abbar - fólk, sum vit øll kenna!
Mamma segði altíð; ???ver móti øðrum, sum tú vilt hava, at tey skulu vera ímóti tær.???. Eg eri allarhelst ikki tann einasta, ið er uppalað á henda hátt. Men út frá kjakinum um flóttafólk kann bert staðfestast, at vit eru nøkur heilt fá, ið hava tikið hetta mammu-orðatakið til okkum!
Fyri meg tykist tað heldur dupultmoralskt, at vit frá barnsbeini av læra um kærleiksboðskapin í Bíbliuni, tá vit ikki so frægt sum megna at umtala onnur fólkasløg við kærleika. Ja, vit hava nakrar sosialar skipanir, ið áttu at verði munandi betri, men hesar skipanirnar megna so nógv meira enn nøkur onnur sosial skipan í Afghanistan í løtuni.
Tí vil eg, við hesum lesarabrævi, viðurkenna, at eg sigi JA til flóttafólk! Eg vil vera røttu megin søguna. Eg vil vera ímóti øðrum, sum eg vil hava, at tey skulu vera ímóti mær.
At hjálpa afghanum í nærumhvørvinum, sum løgmaður vil, gevur so onga meining, tí hesi fólkini flýggja jú úr nærumhvørvinum. Fólkini, ið vit senda neyðhjálp til, eru ikki har! Tey eru flýdd!
Eg eri klár yvir, at taka Føroyar ímóti flóttafólki, fer tað at kosta okkum dýrt bæði í orku og peningi. Men er eitt menniskjalív, ikki meira vert enn pengar? Og er tað ikki júst hetta, ið vælferðarsamfelag okkara er snikkað til - at bjarga teimum, ið fallin eru? Tí eingin fer jú væl av, at annar fer illa! Hvussu vit skipa komu flóttafólksins fáa serfrøðingarnir og politikkarar ábyrgdina av, men fleiri eru leistarnir, ið vit kunnu velja og vraka ímillum.
So í mínum høvdi er tað simpult. Megna Føroyar ikki at liva eftir tí kærleiksboðskapi, sum vit sjálvi prædika um og fóðra børn okkara við, mugu vit antin byrja at taka ábyrgd í altjóða samfelagi, ella lata vera við at læra børn okkara um hendan næstrakærleikan. Megna vit ikki so frægt sum at gera okkara part tá á stendur í altjóða samfelagnum, mugu vit revurdera, um tað yvirhøvur er aktuelt við øllum hesum kristnu instutitiónunum. Tí eftir míni meining er hetta, sum vit eru í gongd við rein blasfemi.
Í kærleikans kapittuli; fyrra korintbrævið kap. 13, endar Paulus í versi 13 við orðunum: ??? - men størstur av øllum er kærleikin!???
Hvar er kærleiki okkara blivin av?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald