Tá Hvalbiartunnilin kom fyri gott 50 árum síðani var hetta eitt stórt frambrot. Áður var neyðugt at ganga upp um fjall fyri at kom til og frá bygdini. Men 50 ár eru liðin og eins á øllum vegakervi, so merkist slit.
Tað er nógv vinnuligt virksemi í Hvalba, eitt nú fiskavirking. Virkaður fiskur skal flytast frá Hvalba við stórum treylarum. Trupulleikin er tó tann í dag, at tunnilin er ov lágur til at treylarar ótarnað kunnu koyra í gjøgnum. Neyðugt er tí at umskipa allan tann virkaða fiskin á sergjørdan treylara, ið kann koyra gjøgnum tunnilin. Hetta er ikki nóg góðar umstøður fyri vinnulívinum, og steðgar menningini av vinnuni í Hvalba.
Ferðafólkatalið til Hvalba hevur verið økjandi seinastu árini. Nevnast kann, at ferðavinnuveitarar er byrjaðir at bjóða seg fram í Hvalba, umframt at ferðafólk vitja gamla kolanámið. Men eisini á hesum øki steðgar tunnilin menningini. Stórir bussar við ferðafólki fáa ikki koyrt gjøgnum tunnilin.
Hvalbiartunnilin er ein verkætlan sum á langtíðarfíggjarætlanini stendur at byrja í 2018 íløgan er alneyðug fyri virksemi í Hvalbiarsókn. Fyrst og fremst fyri at tryggja verandi virksemi og ikki minst komandi alivinnu fari eg at stríðast fyri hesi verkætlan tí hon er sera umráðandi at gjøgnumføra sum skjótast.
Trúgvi Gudmundarson
Valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald