Mentan

Hvalbiar kirkja áttati ár

...

2015-11-11 15:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinasta sunnudag 8. november varhátíðargudstænasta við sangi og tónleiki og við luttøku av biskupi og dómprósti í Hvalbiar kirkju.


Kirkjan í Hvalba var vígd 27. oktober 1935.

Arbeiðið við at gera kirkjuna byrjaði í 1933.

Um várið 1933 varð farið undir stoypiarbeiði, við havnamanninum Kristin Holm Joensen, múrara, sum formanni. Hetta arbeiði stóð liðugt 1. februar 1934. Vestmenningurin Eyolfur á Heygum, timburmeistari, stóð fyri timburarbeiðinum og alt snikkaraarbeiðið varð gjørt á verkstaðnum hjá Jens Paula við Sílánna, á Tvøroyri.

Kirkjan tekur uml. 300 fólk (er uml. 25 x 10 m til støddar).

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Nýggjaru Kirkjurnar]

Aftaná gudstænastuna eru øll boðin til ábit í Missiónshúsinum.

Kelda: folkakirkjan.fo



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder