Mentan

Húsið á Reynabrúgv hjá Peturi á Steig er nú sett í stand - myndir

...

2015-06-02 19:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað vóru nakrir sjálvbodnir, sum í juli í fjør byrjaðu uppá arbeiði, at gera torvhúsið, sum Petur á Steig bygdi á sinni uppi á Reinabrúgv í stand. Petur á Steig var føddur 1827.

Sí myndir tá byrja var uppá arbeiði her.

Á Reynabrúgv, sum er eystanfyri Sandavág, hava nakrir mans arbeitt dúliga vit at sett gróthúsið í stand, frammanundan er eitt annað gamalt gróthús, sum er á sama stað, sett í stand. Tað eru gott 250 tímar av sjálvbodnum arbeiði brúkt uppá húsið. Í gjár vóru so húsini endaliga liðug.

Sí myndir tá Merkið veittraði á Reynabrúgv her.

Fyriskiparnir til at seta torvhúsið í stand, vilja takk Lions Club Vágar, og Vága kommunu fyri fíggjarliga stuðulin ið tey hava veitt. Eisini vilja fyriskiparnir takka øllum teimum, sum hava verið við og hjálp, at sett húsið í stand.

Tað eru Jóhannus Hansen og Jógvan Petersen, sum hava tikið hesar myndirnar.




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder