Vinna

Húsavørður til Vága kommunu

...

2015-12-15 22:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Søkt verður eftir einum húsavørði til húsavarðatoymið hjá Vága kommunu, at byrja tann 15. januar 2016. (Vit hava tó stundir at bíða eftir tí rætta).

Ábyrgdarøki:

Húsavarðatoymið er í løtuni normera til 4½ starv. Toymið hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum og viðlíkahaldi av øllum kommunalum bygningum. Ein leiðandi húsavørður hevur ábyrgdina av toyminum.

Vit vænta av tær at tú:


??? Hevur góð samstarvsevnir
??? Hevur gott handalag
??? Dugir væl at loysa uppgávur
??? Ert røsk/raskur, ábyrgdarfull/ur, nærløgd/nærlagdur og røkin.

Umsøkjari má kunna arbeiða sjálvstøðugt, tó samstarvar toymið um uppgávur, sum krevja tað.

Umsøkjarar við handverkaraútbúgving ella líknandi kunnu hava ein fyrimun. Tað er ein treyt at tann, ið sett/ur verður, hevur koyrikoyrt.

Setanartreytir:

??? Talan er um eitt tíðaravmarkað starv í tvey ár sum vanligur húsavørður.
??? Setanarviðurskiftini verða sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið.
??? Lønin verður sambært 3. lønarflokki í sáttmálanum millum KAF og Starvsmannafelagið.

Umsóknir, við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu verða okkum í hendi innan mánadagin tann 4. januar 2016 kl. 09:00 og skulu sendast til:

Vága kommunu
Hammershaimbsvegi 1
FO-360 Sandavági

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til tekniska leiðaran á telefon 794405.

________________________________________________________________________________
Í Vága Kommuna eru bygdirnar Miðvágur, Sandavágur, Vatnsoyrar og Slættanes. Vága Kommuna hevur, eins og fleiri aðrar kommunur, samtykt eina yvirlýsing fyri arbeiðið hjá kommunum fyri burðardyggari menning.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder