2015-07-15 23:44
Politiið hevur í dag gjørt fleiri húsarannsóknir í Klaksvík í samband við eitt narkomál.
3 fólk - ein kvinna og 2 manns - í aldrinum 30 til 50 ár vóru handtikin og skuldsett í málinum. Kvinnan og tann eini maðurin eru leyslatin aftur, meðan tann ein maður framvegis situr til avhoyringar.
Avmarkað nøgd av rúsevnum og ymisk amboð, ið verða brúkt til rúsevnir bleiv funnið í samband við húsarannsóknirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald