Hetta er fyrsta ferðin, at stovukonsertir verða fyriskipaðar í Sandavági, og íblásturin hava fyriskipararnir fingið úr Gøtu, har tey hava skipað fyri ???Hoyma??? konsertunum.
Hetta kvøldið vera konsertir í sjey húsum á Skraddaragøtu, Lonarstræti og á Merkrunum. Sí kort niðanfyri hvar tónleikararnir verða hetta kvøldið.
Vága Tónleikarafelag er eisini ein partur av tiltakinum og tey koma at hava opið hús niðri á Loftagrund hetta kvøldið.
Tey sum koma at framføra til stovukonsertirnar eru: Vágaverk, Ave, Kirstin og Esmar, Holgar, Greta Svabo Bech, Jensina og Black Sheep v/Janus á Húsagarði.
Felags fyri tey er, at tey hava øll tilknýti til Vágar.
Til tykkum, ið ikki hava keypt atgongumerki til Húsagongd, ið verður Leygadagin 2. mai, so er at fara ein túr í FK í Sandavági/Miðvági ella í Pastell at keypa eitt, tvey ella fleiri atgongumerkir
Eftir kl 18:00 leygarkvøldi verða tey at fáa á Loftagrund og minnist til at tað er Dýri Biðidagur fríggjadagin, so handlarnir eru stongdir.
Atgongumerki kostar 250,- kr
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald