Hurra fyri Fiskiveiðieftirlitinum og tess avvarandi myndulleika!!
Fyri bert viku síðan, ella so, stongdi FVE nakað av svartkjaftaleiðini sunnanfyri Føroyar, í 14 dagar fyribils, eftir at FVE í mánaðvís hevur liðið við bryggju í Fuglafirði og talt undirmátarar, og loksins komin til eitt tal, sum gav grundarlag fyri at ein ella onnur kunngerð kundi setast í kraft. Hvat er so til ráða at taka, jú vit flyta okkum í Altjóða sjógv, her var onkur hissini stimi, og túrar blivu bjargaðir. Nú er allur fiskurin farin í ES sjógv, á gýtingarleið, allur gýtingarfiskurin samlast vestanfyri Írland, har skulu vit nú drepa hann, gýtingarfiskin, meðan vit ikki sleppa at fiska fiskin sum svimur, men ikki gýtur, við Føroyar. Eg haldi at hetta er so langt úti, at eg kundi hugsa mær at spurt, FVE og tess avvarandi myndulleika, hvat í himmalsins navni er meiningin við hesum??
--
Vinarliga
Mortan G Berjastein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald