Leygarkvøldið 21. mars kl. 20.30, verður útgávukonsert við nýggja og spennandi elektrobólkinum HULDA í Tøting.
Allan Tausen og Jana Hjalgrímsdóttir hita upp.
Tónleikurin hjá HULDA hevur altjóða dygd og eitt greitt róftesti í Føroyum og føroyskari mentan. Plátan HULDAsound er framleidd av Jens L. Thomsen og saman hava tey bæði funnið fram til eitt heilt serstakt ljóð sum eyðkennir HULDA.
HULDA hevur júst verið á konsertferð í Danmark og í Sveits á NORDISK 2015 saman við bólkunum Blaue Blume (DK) og New World Vulture (NO). HULDA hevði elektro snillingin Sakaris Emil Joensen við sær á ferðini, og verður hann eisini við í Tøting.
Plátan "HULDAsound" er júst útkomin og fæst til keyps hetta kvøldið til ein heilt serligan prís.
https://soundcloud.com/huldasound
https://www.youtube.com/watch?v=lAw34-yWEx4
https://www.youtube.com/watch?v=GBKMccqPXr0
Jana Hjalgrímsdóttir og Allan Tausen fingu sítt tónleikaliga gjøgnumbrot fyri uml. 15 árum síðani, við indie-rokk bólkinum Marigold, sum var ein av fyrstu føroysku bólkunum ið reið á indie-rokk bylgjuni.
Síðani tá hevur Jana ikki verið nógv at sæð á føroyska tónleika pallinum.
Allan hevur tó verið sera virkin, seinnu árini serliga við Marius Ziska, har hann hevur havt ein stóran leiklut, og hevur tað enn, bæði sum tónleikari á ymiskum ljóðføri, teksthøvundur og komponistur.
Allan Tausen gav í fjør út sína fyrstu solofløgu, ið ber heitið Unknown. Hendan útgávan var eitt flott tónleikaverk, ið er meistrað við fleiri av føroya dugnaligastu tónleikarum. Jana er sjálvandi eisini við á Unknown, har hon litar tilveruna við hennara vakra sangi.
Jana og Allan eru í parlagið, og eiga 2 børn saman.
Komandi vikuskiftið, tá hesir tónleikarar fara at spíla seg út, og vísa teirra dugnasemi, eru túsundtals útlendingar í Føroyum, fyri at uppliva sólarmyrkingina. Um tú hevur samband við onkran teirra, eru tit hjartaliga vælkomin at kunna teimun um hesa konsertina. Føroysk mentan og list er avgjørt nakað, sum nógvir útlendiskir gestir seta prís uppá, tí er hetta eitt upplagt høvi at vísa teimun føroyskan tónleik á hægsta stigi.
Kostnaður fyri limir í Grót er 100 kr. ert tú ikki limur, er kostnaðurin 150 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald