Mentan

Hugnaløta í Marghøllini í Sørvágs skúla

...

2015-09-24 18:02 Author image
placeholder

Sørvágs kommuna hundrað ár

Í samband við at bókarøðin um Sørvágs kommunu kemur út, verður skipað fyri hugnaløtu sunnudagin 27. september 2015 kl. 16:00.

Skrá:

  • Borgarstjórin, Sune Jacobsen, bjóðar vælkomin
  • Vágakórið syngur tveir sangir
  • Sonni Jacobsen, rithøvundur, greiðir frá bókaverkinum og sýnir myndir
  • Kaffisteðgur
  • Sonni Jacobsen greiður frá (2. partur)
  • Vágakórið syngur tveir sangir
  • Erhard Jacobsen, landsbókavørður, hugleiðir um skúlaskap fyri hundrað árum síðan

Vágakórið syngur hesar sangir:

  • Válandi heim (Magnus á Stongum)
  • Síðsti dansur (Jóan Jakku Guttesen)
  • Tíðarmynd (Holgar Jacobsen)
  • Sørvágssangurin (Jónvør Joensen)

Kórleiðarar: Finnur Joensen og Gudmund Mortensen

Eftir løtuna fáa øll, sum umboða eitt húski í Sørvágs kommunu og í Vatnsoyrum, útflýggjað eitt eintak av bókarøðini.
Tey, sum ikki møta, kunnu í døgunum sum koma, fáa tær á kommunuskrivstovuni.

??ll eru hjartaliga vælkomin.

Sørvágs bygdaráð
Sune Jacobsen, borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder