Mentan

Hugnalig jólaløta í Syðradali

...

2014-12-15 20:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tórshavnar kommuna skrivar:

 Hóast kavarok sunnudagin vóru Heri Joensen, prestur, Heðin Mortensen, borgarstjóri, lærarar frá Musikkskúlanum og nærum fimti onnur komin til jólatrætendring í Syðradali, har annars bara sjey fastbúgvandi eru skrásett.


Jólatræið varð tendrað, Heri Joensen og borgarstjórin hildu røður, og aftaná bjóðaðu bóndahjúnini - bóndin sjálvur hevði føðingardag - øllum til eitt vælbúgvið bóndaborð.



Borgarstjórin fegnaðist um hesa gomlu siðvenjuna og beyð øllum vælkomnum til Syðradals at fagna adventini og jólunum, sum við sínum fjálga og fevnandi hita lýsa upp kalda og myrka veturin.

- Vit markera hesa serligu ársins tíð við at tendra ljós á prýðiligum jólatrøum runt um í Tórshavnar kommunu, og er hetta tað seinasta jólatræið, sum verður tendrað í ár.

- Síðstu dagarnar hava vit javnan sæð hvítar fjallatindar og kent kuldan í luftini, og ikki man tað hava verið heilt frítt, at onkur hevur spælt sær við tankan um eini hvít jól.

- Dagarnir eru stuttir og dagsljósið neyvan stórt meira enn ein glæma, nú vit nærkast til stytsta dag og stóru familjuhøgtíðini, ið vit øll gleða okkum til.



- Eg kann livandi ímynda mær, hvussu hugnaligt og fjálgt tað er at halda jól her í Syðradali, tí henda lítla bygdin er umgird av lívdini, sum høgu fjøllini omanfyri geva.

- Syðradalur telist millum minstu bygdir, men livir sítt fríska lív í eini tíð, tá mong leita sær til stórplássini, tí tað er meira lokkandi at vera partur av býi, heldur enn bygd.

- Ikki minni umráðandi er tað, at vit varðveita bygdirnar og bygdalívið, tí tað er ein so stórur og týðandi partur av okkara mentan og samleika, ið vit ikki mugu lata fara fyri skjeyti.



- Syðradalsfólk hava verið røsk at røkja tað, teimum er litið til, og sæst hetta ikki minst aftur í, at síðstu árini er nógv velt upp úr nýggjum, og gamal bøur er veltur aftur.

- Fyri tað nógva hava tit í Syðradali verið noydd at klárað tykkum fyri tykkum sjálvi, tí bygdin var í øldir rættiliga avbyrgd og í summum førum mestsum ikki atkomilig.

- Vegasambandið kom ikki fyrr enn í 1982, tá koyrandi varð higar umvegis Velbastað, og tað hevur eisini givið tykkum, ið búleikast her, heilt aðrar møguleikar.



- Vert er eisini at nevna, at til og úr bygdini slepst heldur ikki við báti, tí Syðradalur er av ringastu brimplássum, so í eini tíð, har ferðasamband er ein sjálvfylgja, er vegurin uttan iva gull verdur.

- Eitt annað, ið er eitt sindur sjáldsamt fyri eina føroyska bygd, er, at hon ikki er einnevnd, tí eisini á Kalsoynni er ein Syðradalur. Tí er ofta eisini neyðugt at tilskila oynna, tá tosað verður um Syðradal, so eingin ivi skal vera um, hvørja av bygdunum báðum, talan er um.

- Tá vit heima í Havn og her um leiðir tosa um Syðradal, er tó eingin ivi um, at vit hugsa um tykkum og tykkara bygd, tí vit hava jú verið partur av somu kommunu síðani 1997.



- Sum eg nevndi at byrja við, kann eg livandi ímynda mær, hvussu hugnaligt og fjálgt tað er at halda jól her í Syðradali ??? og tað líka so væl nú, sum fyrr.

- Í dag eru vit nú komin saman fyri at tendra jólatræið, ið skal minna okkum á jólini og ta tilstundandi høgtíðina. Og hóast siðirnir broytast við tíðini, er jólaboðskapurin hin sami, tí enn sum áður snýr tað seg um at gleða onnur, tí givin gáva kveikir eisini gleði hjá gevaranum.

- Vit verða á jólum mint á at vísa størri umhugsni og næstrakærleika, sum lítla Jesus-barnið hevði við sær til jarðar, tí bara tá verður tað av sonnum ???í menniskjum góður tokki???.



- Eg vil persónliga og eisini vegna Tórshavnar kommunu takka bóndahjúnunum Anni og Thorvald Lützen við húski fyri at vera so beinasom at leggja hús til hesa hugnaløtu, og ikki minst fyri allan blíðskap og tann góða matin, sum tit altíð seta fram.

- Fari eisini at nýta høvið at ynskja tykkum til lukku við vakrasta eldra veðrinum í ár, tað er flott, ikki er hetta fyrstu ferð og eitt gott prógv um tykkara framúr góða arbeiði her á garðinum.

- Thorvald skal hava eina serliga heilsan, nú hann í dag hevur føðingardag, hjartaliga til lukku til tín og tína familju. At enda takki eg tykkum øllum fyri, at tit komu við til hetta lítla hátíðarhaldið her í Syðradali í dag, tí øll eru vit við til at skapa hugnan, tá vit hittast slíkar løtur.



- Takk til Hera prest, fyri góð og vælvald orð. Takk til tónleikalærarar á musikkskúlanum fyri góðan og hugnaligan tónleik. Nú tendra vit træið og so kemur jólamaðurin at vitja okkum við pakkum , serliga til øll børnini, sum eru samlaði her í kvøld, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum rundaði av við at ynskja øllum gleðilig jól.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder