Mentan

Hugleiðingar hjá Jógvan Ravnsfjall

...

2015-01-19 22:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

At ganga í kirkju og at vitja kirkjur.


Í Føroyum er ein kirkja at rokna sum ein av teimum bygningunum, sum føroyska lutherska fólkakirkjan brúkar til sínar gudstænastur og aðrar tænastur. Tó eru eisini nakrar hálvkirkjur, ella, sum vit kalla bønhús, sum hoyra til fólkakirkjuna, og eisini verða brúkt til kirkjuligar tænastur.
Sum kirkjur verða eisini roknaðar Mariukirkjan hjá katólsku kirkjuni og Adventistakirkjan hjá adventistasamkomuni, báðar í Havn. Allir hinir átrúnaðarligu bygningarnir, sum heimamissiónin, brøðrasamkomurnar, hvítusunnusamkomur ella aðrar samkomur brúka, verða kallaðir missiónshús, meinigheitshús, samkomuhús, møtisalur ella annað, og hava fleiri teirra eitt sernavn.

Men eru vit uttanlands, so víðkast hugtakið, tí tá kunnu vit nevna øll Guðshús fyri kirkju, um bygningurin so hoyrir til luthersku, katólsku, calvinsku ella onkra heilt aðra kristiliga trúðargrein.
Tá vit brúka hugtakið í Føroyum ??? at ganga í kirkju ??? so verður meint við at verða til guðstænastu í teimum fyrstnevndu bygningunum, kirkjunum hjá fólkakirkjuni, og her verður meint við rættiliga guðstænastu, har ein prædika er og sálmar verða sungnir.

Tá verður av fríum vilja ella saman við øðrum farið í kirkju at verða við í tí felags sálmasanginum, lurta eftir prædikuni, og annars gera tað í kirkjuni, sum er siðbundið til guðstænastuna.

Les meira á www.folkakirkjan.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder