Mentan

Hugleiðing um Samfelagsmøtir

...

2013-11-17 07:00 Author image
placeholder

Poul Jóhan Djurhuus.

Árligu samfelgasmøtini í Ebenezer eru av á hesum sinni. Tey liggja altið í novembur. Í ár vóru tey frá 06. ??? 10. novembur. Onkuntíð hevur verið borið upp á mál, um man skuldi sett samfelagsmøtini eina aðra tíð á árinum, t.d. um várið. Novembur sýnist enn at vera rætta tíðin, tí fólkið er nógv, sum vitjar møtini. Hoyggingin er av, slaktið er av, og tað er vorðið myrkt. Nú er tíð at seta hvørjum øðrum stevnu og njóta tað ljósa og vónríka í samfelagnum hvør við annan.

Ígjøgnum nógv áratíggir hava samfelagsmøtini í Ebenezer verið ein árlig event, sum hevur drigið fólk til Havnina úr øllum landinum ??? bæði til andaliga signing, og nokk eisini til signing fyri handilslívið í Havn, sum eisini er ein neyðugur partur av gerandislívinum.

Vilji Guds

Í ár var temaði, ???at kenna vilja Guds.??? Hóast hetta ikki var evnið á møtunum, so var hetta tað, sum legði høvuðstónan igjøgnum stevnuna, og tað var áhugavert at hoyra, hvussu væl tað eydnaðist hjá teimum, sum talaðu, at flætta vilja Guds inn í evni ??? fólkið varð so statt sett yvirfyri vilja Guds frá ymiskum síðum!

Ebenezer og Ítróttarhøllin

Samfelagsmøtini byrja altið mikukvøld við bønar- og uppbyggingarmøti í Ebenezer, og møtini hósdag og fríggjadag, bæði fyrrapart og seinnapart, eru øll í Ebenezer. Fríggjakvøld verður altið flutt niðan í Høllina á Nabb, og møtini fríggjakvøldið, leygardagin og sunnudagin eru øll í høllini, undantikið breyðbrótingina sunnumorgun. Síðani ovari salur varð renoveraður, hevur breyðbrótingin verið í Ebenezer; - og tað eru samkomufólkini sera væl nøgd við, tí, sum vera man, har kennir man seg heima.

Opin og skipaði

Møtini hósdag og fríggjadag, bæði fyrrapart og seinnapart, sum eru í Ebenezer, eru altið opin møtir, har tað er møguleiki at hava eitt orð ella ein vitnisburð, sum Harrin hevur lagt einum á hjarta. Møtini í høllini eru øll løgd til rættis við ymiskum talarum og ymiskari sangluttøku.

Ein sterk síða við samfelagsmøtunum í Ebenezer eru tey ???óskipaðu??? opnu møtini í Ebenezer, áðrenn tað verður farið niðan í høllina, tí har er stórt rasarúm, saman við spontanitetinum, at koma við tí rætta orðinum, tað røttu løtuna, til rætta viðkomandi. Mangur við mær vónar, at tey opnu møtini altið fara at hava sítt pláss. Her er ikki sagt, at tað er nakað skeivt við skipaðum møtum, tí bæði skipaði og óskipaði opin møtir eiga sítt fulla pláss millum okkara - vit skula bert ansa okkum, at vit ikki lata tað eina troka hitt burtur!

Sangluttøka

Sangluttøkan var aftur í ár ein breið uppliving við luttøku av nógvum blandaðum sangkreftum. Betesdakórið hevur øll árini verið fastur táttur í høllini, men í ár var ikki so, men sangkreftir úr Betesda vóru kortini við.

Kvartettin í Betesda, sum júst hevur havt framløgukonsert við síni nýggju fløgu, hevði sangin leygarkvøldið burturav. Tá teir sungu seinasta sangin, vóru ??lavur Jøkladal og Jóannes á Váli við. Teir vóru við til at stovna kvartettina fyri 45 árum síðani, og hetta var fyrstu ferð í 42 ár, at ??lavur og Jóannes aftur sungu við í Kvartettini í Betesda ??? hetta kyndi undir nostalgitetin!

Ein nýggjur bólkur í Nebo á Toftum, sum kallar seg ???Sjey,??? var eisini við til eitt av møtunum. Tað er Randi Hansen, sum er stovnari og leiðari av bólkinum. Hon hevur tónleikaútbúgving, og undirvísir í tónleiki í Kambsdali. Tað var ein fragd at hoyra og síggja bólkin syngja við sínum flottu og livandi harmoniseringum.

Mannskórið og sangkórið í Ebenezer høvdu sín trivaliga leiklut á møtunum, til stóra gleði, sum tað altið er at hoyra hesi bæði kórini.

Nógv møtir

Um tann, sum kemur til samfelagsmøtini í Ebenezer, er til øll møtini, so hevur viðkomandi, frá mikukvøldinum til sunnukvøldið, sitið á fimtan møtum, sum er samlaða talið av møtum á hesi árligu stevnuni í høvuðsstaðnum.

Møtini vóru væl vitjaði, sum tey altið eru. Onkur hevði spælt sær eitt sindur við tølum, og tók soleiðis til, at millum 8 og 9.000 vitjanir hava verið til møtini í alt. Her er tó ikki talan um, at 9.000 ymisk fólk hava vitjað møtini; kortini kann tað sannast, at tað eru nógv ymisk menniskju, sum hava vitjað møtini, og vónandi eru nógv góð og stimbrandi orð farin niður í lívsskjáttina hjá nógvum, sum kemur at síggjast aftur bæði í samkomum, familjum og arbeiðslívinum runt um í landinum ??? hetta er endamálið við øllum slíkum stevnum!

Arbeiðsfundur leygarmorgun

Eitt afturvendandi tiltak á samfelgasmøtunum er fundurin leygarmorgun kl.10.00, sum saktans kann verða kallaður ein arbeiðsfundur, tí tá eru framløgur um ymisk aktuel arbeiðssøkir hjá Brøðrasamkomuni í Føroyum. At hesin fundurin er á skránni á hvørjum ári, er ein vitnisburður um hvussu sterkt samanhaldið er í brøðrasamkomuni. Fundurin er altið í niðara sali í Ebenezer.

Á fundinum í ár vóru fleiri framløgur. M.a. varð kunnað um nýggju sangbókina (Songbók Guds fólks). Hon hevur verið ávegis leingi, men nú er man komin um tey ringastu skerini. Bókin verður avgreidd til prenting fyri jól, og verður hon tøk í 2014. Stórur áhugi er fyri bókini, bæði í samkomum og millum einstaklingar. Hon kemur at hava 1539 sangir. Núverandi sangbók hevur 1192 sangir. Tjóðsangurin er komin við, og verður hann sálmur nr. 1539.

___________________________________________________________________________________________________________________

Pjd, Glyvrar, hósdagur 14.11.2013 / Filetitle: EBENEZER, hugleiðing um samfelgsmøtini 2013 / File: Tíðindagreinar / Media: Sandportal.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder