2016-05-02 08:05
Íslendska skipið Huginn landar í morgun svartkjaft til Havsbrún. Huginn hevur 1.800 tons, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi. - Tvey íslendsk skip settu í gjár kós til íslands fullfermd av svartkjafti.
Beitir er eisini ávegis til Ísland, teir eru í løtuni staddir í Djúpunum, Beitir plagar at landa í Neskaupstaði, Børkur sum eisini landar í Neskaupstaði, hevur í morgun eisini sett kós til Íslands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald