2017-01-31 10:15
Annika Olsen, borgarstjóri, og Bergunn Kass, forkvinna í trivnaðarnevndini, halda fram saman við embætisfólkum við at vitja á ellis- og røktarheimum og sambýlum í Tórshavnar kommunu, tað skrivar kommunan á heimasíðuni.
Í gjár varð fyrst vitjað á Eldrasambýlinum oman Mattalág og aftaná á Eldrasambýlinum oman Hoydalar, haðan myndirnar eru.
Í báðum støðum varð skipað fyri rundvísing og hugnaligum práti við bæði búfólk og starvsfólk. Á Eldrasambýlinum oman Hoydalar vórðu øll tey vitjandi boðin til borðs saman við búfólkunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald