Mentan

HT-pisa nummar 300 á TSK

...

2015-06-22 16:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Studentsútbúgvinginá Tekniska Skúla í Klaksvík, sum framyvir ber heiti Gymnasiala Tøknibreytin, hevur nú klakt pisur í 20 ár. Av hesum er Bogi á Vollanum næmingur nummar 300 í røðini.

Studentarnir í summar eru eisini søguligir á tann hátt at vera tey síðstu eftir HT-skipanini við gamla 13-tals próvtalsstiganum.
Til komandi skúlaár eru stórur áhugi fyri at byrja á Gymnasialu Tøknibreytini. Fimti næmingar eru upptiknir at byrja 17.august.

Prógvini í Hægri Tøkni verða handað á hátíðarhaldi í viðalundini úti í Grøv mikudagin, 24.juni kl. 10

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder