2015-10-13 13:57
13 venjarar vóru farnað hósdag-sunnudag á HSF-venjaraskeiðið í toymisleiðslu og sálarfrøði.
Skeiðið gav luttakarunum holla vitan um uppgávuna og leiklutin hjá einum venjara. Tveir instruktørar frá DHF vóru og undirvístu, og er hetta skeiðið eitt av teimum fimm í elituvenjaraútbúgvingini, ið er næsta stig aftaná føroysku venjaraútbúgvingina.
Á skeiðnum var m.a. frálæra í hesum.
· Venjarin sum leiðari, m.a. hvussu hann skal virka sum leiðari og motivera og leiða onnur
· Liðið, m.a. hvussu ein samansetir og mennir hópin, samskiftai og coaching
· Ítróttarsálarfrøði, m.a. strongd og spenningur, visualisering og sinnisvenjing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald