Ítróttur

HSF: Venjaraútbúgving

...

2013-08-06 16:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF fer í heyst undir venjaraútbúgving fyri barna- og ungdómsvenjarar. Tað vera Birgir Hansen, Kári Nielsen og Dia Midjord, sum fara at standa fyri útbúgvingini. Fyrsta skeiðið verður leygardagin 14. sept. Málið er at fáa 50 fólk at taka útbúgvingina.

Melda til við at , senda teldupost til [email protected], upplýs navn, tlf.nr., felag og teldupost.Tilmeldingin hevur endaligt gildi, tá ið luttøkugjaldið á 1000, ??? kr. fyri hvønn luttakara, er goldin á konto 9181-1230931 í Eik Banka *)

Tíðarætlanin
Ley. 14. sep: Grundskeið 1 fyri Eysturoy og Norðoyggjar
Ley. 21. sep: Grundskeið 1 fyri Norðurstreymoy, Vágar og Sandoy
Ley.05 okt: Grundskeið 1 fyri Suðurstreymoy og Suðuroy
Ley. 26. okt: Grundskeið 2 fyri Eysturoy og Norðoyggjar
Ley. 02. nov: Grundskeið 2 fyri Norðurstreymoy, Vágar og Sandoy
Ley. 09. nov: Grundskeið 2 fyri Suðurstreymoy, Suðuroy

Les meira um venjaraútbúgvingina:HER

*) Viðv. kostnaði:
Veruligi kostnaðurin fyri hvønn luttakara er um 2000,- kr. og umfatar tveir skeiðsdagar frá uml. kl. 9 á morgni til kl. 18 á kvøldi at taka Grundskeið 1 og 2 ??? umframt tvey kvøldskeið frá uml. kl. 18-21 at taka Valskeið 1 og 2. At eggja fólki at fara undir útbúgvingina, hevur HSF gjørt av at rinda helvtina av kostnaðinum hjá hvørjum luttakara. Eftir eru so 1.000, ??? kr, sum luttakarin ??? ella felagið má gjalda.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder