Ítróttur

HSF: ??rvalsvenjingar í vikuskiftinum

...

2013-11-16 02:20 Author image
placeholder

 Hví úrvalsvenjingar?

At hava úrvalsvenjingar snýr seg m.a. um at geva leikarum við serliga góðum evnum serliga góðar umstøður at menna seg í. Hetta inniber m.a. fleiri venjingar og ikki minst venjingar og ikki minst, venjingar undir kønari hond. ??rvalsvenjing merkir eisini at velja leikarar burtur úr. Her verður sjálvandi hugt eftir viðføddum gávum. Men allar royndir vísa, at viðføddar gávur einsamallar eru ikki nóg mikið. Neyðugt er við brennandi áhuga og ikki minst vilja at røkka høgum málum.

HSF úrvalsvenjingin byrjaði við, at feløgini fingu møguleika at velja út leikarar, sum vórðu hildnir at vera skikkaðir at vera partur av bruttohópi. Fríggjadagin 1. november og sunnudagin 3. november varð so skipað fyri dystum við leikarum úr bruttohópum úr deildunum U12-14-16/17 dreingir og gentur. Venjarar úr feløgum, sum vóru møttir upp til fyrstu úrvalsvenjingina, settu lið saman, soleiðis at leikarar úr ymiskum feløgum vóru blandaðir. Roynt var at fyriskipa, at leikarar ??? so væl tað bar til at fáa at ganga upp ??? spældu á sínum vanliga plássi. Dystirnir, sum spældir vóru, vardu millum 20 og 30 minuttir og vóru allir filmaðir, umframt at Flemming Oliver Jensen eygleiddi, meðan dystirnir vórðu spældir. Síðani hevur Flemming Oliver Jensen arbeitt seg í gjøgnum filmsupptøkurnar og hevur valt leikarar út, sum fáa møguleika at luttaka í úrvalsvenjingunum. Venjarar í feløgunum hjálptu til at eyðkenna leikarar og tøkk skulu teir hava fyri tað.

??tveljing av leikarum hevur við sær, at onkur verður fegin og onkur minni fegin. Og soleiðis verður helst eisini í hesum føri. Men HSF undirstrikar, at útveljingin, sum nú er gjørd, er ikki endalig, tað verða alsamt gjørdar broytingar og tillagingar ??? alt eftir, hvussu menningin hjá einstøku leikarum fer fram.

Næstu úrvalsvenjingarnar verða nú í vikuskiftinum og hvør bólkur kemur at venja 2??1½ tíma, soleiðis:

Fríggjadagin 15. november í Høllini í Kollafirði
15.00 ??? 16.30  D12
16.30 ??? 18.00  D14
19.00 ??? 20.30  G14
20.30 ??? 22.00  D16

Leygardagin 16. november í Hoyvíkshøllini
19.00 ??? 20.30  G12
20.30 ??? 22.00  D14

Sunnudagin 17. november í Hoyvíkshøllini
08.00 ??? 09.30  G12
09.30 ??? 11.00  G17
13.00 ??? 14.30  D12
14.30 ??? 16.00  G14
17.00 ??? 18.30  D16
18.30 ??? 20.00  G17

Hetta skulu leikarar hava við til úrvalsvenjingina:
venjingarklæði, bólt, vatnfløsku, frukt ella okkurt tílíkt at eta

Villur og misskiljingar
Heitt verður á feløgini um at kanna yvirlitið yvir úrvaldu leikararnar soleiðis at villur og misskiljingar kunnu lúkast burtur. Vinarliga boða HSF frá á [email protected] .

Hjálparvenjarar
Sóknast verður eftir hjálparvenjarum sum kunnu vera hjá, meðan úrvalsvenjingarnar eru. Heitt verður tí á feløgini um at eggja sínum venjarum átaka sær at vera við tá ið teirra leikarar ella árgangur er til venjingar.

Samskipari
Til úrvalsvenjingina 15.-17. november er Hallur Danielsen settur og er talan um praktiskar spurningar, er at seta seg í samband við hann á 504144 ella at senda teldupost til[email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder