Ítróttur

HSF: U21-manslandsliðið úttikið

...

2015-10-19 14:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

U21-manslandsliðið hjá monnum, sum skal spæla IHF Trophy finaluumfar er nú úttikið. Umleið 100 smærri hondbóltstjóðir kring allan heimin hava kappast um tey 5 finaluplássini í Bulgaria. Leikskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Mikudagin 21. okt ??? frídagur
Hósdagin 22. okt kl. 16.00 Kolumbia ??? Føroyar
Fríggjadagin 23. okt kl. 12.00 Føroyar ??? Usbekistan
Leygardagin 24. okt kl. 12.00 Kap Verde ??? Føroyar
Sunnudagin 25. okt kl. 16.00 Føroyar ??? Tahiti

Allar tíðir eru føroyskar. Bulgaria er tveir tímar frammanfyri føroyska tíð.

Liðini spæla einaferð ímóti hvørjum øðrum og liðið, sum fær flest stig er vinnari av kappingini. Finaluumfarið hjá kvinnum verður leikt samstundis í Bulgaria ??? har eru finaluliðini: Guadalupe, Bulgaria, Ný Sæland, Senegal og Usbekistan.

Hørð kapping hevur verið um plássini og landsliðsvenjararnir Kári Nielsen og Birgir Hansen hava úttikið 14 leikarar.

Málmenn:
Niklas Simonsen, VÍF
Tóraldur Kollsker, H71

??tileikarar:
Rói Berg, Neistin
Fríði Weyhe, KÍF
Allan Norðberg, StÍF
Pætur Johansen, StÍF
Kjartan Johansen, StÍF
Áki Egilsnes, VÍF
Julian Olsen, VÍF
Hanus Christophersen, VÍF
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Tróndur Arge, H71
Pætur Thomsen, H71
Eirikur Simonsen, ÍF Føroyar

Ferðalagið fer úr Føroyum týsmorgunin 20. okt. og er aftur í Føroyum mánakvøldið 26. okt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder