Ítróttur

HSF: U21-landsliðið úttikið

...

2015-01-03 21:32 Author image
placeholder

Næsta vikuskifti skal U21-landsliðið hjá monnum í eldin í Grikkalandi. Liðið skal leika tveir HM-undandystir í grikska býnum Nea Kios.

Fríggjadagin 9. januar kl. 18.00 føroyska tíð spæla Grikkaland og Føroyar og leygardagin kl. 18.00 Føroyar og Serbia.

Til uppgávuna hava landsliðsvenjararnir Kári Nielsen og Birgir Hansen úttikið 15 leikarar:
Tóraldur Kollsker, Pætur Thomsen, Helgi Hoydal og Tróndur Arge úr H71
Niklas Simonsen, Áki Egilsnes og Julian Olsen úr VÍF
Kjartan Johansen, Pætur Johansen og Johannes Olsen úr StÍF
Rói Berg Hansen og John í Innistovu úr Neistanum
Hjalte Bachmann og Eirikur Simonsen úr Kyndli
Allan Norðberg úr Ikast Hånbold

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder