Ítróttur

HSF: U21-landsliðið á venjingarlegu

...

2017-05-24 17:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska U21-landsliðið hjá monnum fer í dag niður til Danmarkar á venjingarlegu í Energicenter Voldparken í Brønshøj. Legan er liður í fyrireikingunum til HM-endaspælið, sum verður í Algeria 18. ??? 30. juli.

Umframt venjingar kemur U21-liðið eisini at spæla fleiri venjingardystir.
Hósdagin kl. 18.00, føroyska tíð, spælir liðið dyst móti IFK Ystad, sum flutti niður úr bestu svensku liga hetta kappingarárið. Dysturin verður í Ystad.
Fríggjadagin kl. 18.30, føroyska tíð, spælir U21 móti IF Stadion, sum vóru júst ov stuttir, at flyta upp í 1. divisjón í Danmark. Dysturin verður í Energicenter Voldparken í Brønshøj.
Leygardagin kl. 14.00, føroyska tíð, spælir U21 móti Ajax København, sum endaði nr. 5 í 1. divisjón í ár. Dysturin verður í Energicenter Voldparken í Brønshøj.
Sunnudagin kl. 12.30, føroyska tíð, spælir U21 móti Korsør/Slagelse Elitehåndbold, sum endaði nr. 12 í 1. divisjón í ár. Dysturin verður í Fredriksberghallen.
Venjararnir, Sonni Larsen og Ingi Olsen hava kallað hesar leikararnar inn til venjingarleguna:
Málverjar:
Hørður Trygvason, SG Flensburg-Handewitt
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Elberg Elias Klettheyggj, H71
??tileikarar:
Kjartan Johansen, StÍF
Pætur Johansen, StÍF
Áki Egilsnes, VÍF
Sjúrður Olsen, VÍF
Hilgi Hildarson Hoydal, H71
Hilmar Leon Jakobsen, H71
Niklas Hanusson Højgaard, H71
Pætur Thomsen, H71
Jónas Gunnarson Djurhuus, H71
Vilhelm Poulsen, H71
Torkil Mørk Hentze, Neistin
Rói Berg Hansen, Neistin
Rune Olsen, Neistin
Pætur Mikkjalsson, Neistin
Teis Horn Rasmussen, Neistin
Brandur Halgirsson, SG Flensburg-Handewitt
Fríði Hammer Weyhe, KÍF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder