Ítróttur

HSF: U21 leikti ein fínan dyst í kvøld

...

2017-05-25 22:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 U21-landsliðið spældi ein fínan dyst móti Ystad í kvøld. Ystad spælir í best svensku liguni. ??rslitið gjørdist ein tepur 30-29 sigur til Ystad, eftir 14-13 til Føroyar í hálvleikinum.

Føroyska liðið var omaná tað mesta av fyrra hálvleiki og kundi havt eina størri leiðslu, men vóru heldur nógvir kjansir brendir. Í seinni hálvleiki vann Ystad seg innaftur á føroyska liðið og vóru frammanfyri tað mesta av hálvleikinum.

Føroyska liðið royndi seg við at verja longri frammi á vøllinum, í mun til hvat liðið vanliga ger. Hetta eydnaðist væl ímóti fysiskt sterku sviunum.

Føroyska liðið spældi uttan Áka Egilsnes og Niklas Simonsen, sum hava skaðar at dragast við.

Málskjúttar: Kjartan Johansen 6, Pætur Thomsen 6, Jónas G. Djurhuus 5, Hilmar Leon Jakobsen 5, Fríði H. Weyhe 3, Helgi H. Hoydal 2, Pætur Johansen 1, Rói B. Hansen 1

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder