Ítróttur

HSF: U20 menn til EM-undankapping í Ísrael

...

2013-10-22 22:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroyar luttaka í EM-undankapping fyri U-20 leikarar hjá monnum, sum verður fyrst í apríl mánaði 2014.  Liðið, sum sleppur at royna seg, er sett saman av somu leikarum, sum fingu góða úrslitið í U19 European Open kappingini í Gøteborg í summar, tá ið Føroyar gjørdist nr. 16 av 22 londum, frammanfyri lond, sum vit annars plaga at samanbera okkum við, eitt nú Italia, Belgia og Finnland.

Lutakast hevur verið í dag, og eru Føroyar komnar í bólk saman við Rumenia, Ísrael og Luksemburg. Leikt verður vikuskiftið 4. ??? 6. apríl. Lutakastið um at verða vertur vann Ísrael. Romenia er eitt sterkt lið, sum spældi finalu í European Open  í summar, meðan Luxemburg og Ísrael eru tjóðir, sum liggja nærri okkara støði. Fyrireikingarnar fara nú í gongd við vón um góð úrslit.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder