Liðið, sum skal umboða Føroyar í EM undankappingardystunum fyri U17 kvinnulandslið, sum verður í Føroyum í døgunum 13. til 15. mars, er úttikið.
Teir 16 leikararnir, sum eru úttiknir eru:
Katarina Høj, Drós Ragnarsdóttir, Gunnfríð P. Nólsoy úr Neistinanum.
Marianna G. Eystberg, Súna K. Hansen, Hanna H. Hansen, Magna Tórðardóttir úr Kyndil.
Annika F. Petersen, Maria H. Weyhe úr H71.
Jancy Jacobsen, Sonja Sirdal, Tóra Eliasen úr Stjørnauni.
Vár H. Poulsen úr StÍF.
Beinta Bárðardóttir úr GOG.
Ida Nordfoss úr HIK.
Vár H. Thomsen úr Hjemly IE Hillerslev.
Føroyar eru í bólki 2, saman við Russlandi, Kekkia og Íslandi. Tvey lið fara víðari til EM endaspælið, sum verður í Makedonia í døgunum 13. til 23. august 2015.
Dystirnir verða í Høllini á Hálsi:
Fríggjadagin 13. mars
Kl. 17.00 Russland ??? Kekkia
Kl. 19.00 Føroyar ??? Ísland
Leygardagin 14. mars
Kl. 17.00 Ísland ??? Russland
Kl. 19.00 Kekkia ??? Føroyar
Sunnudagin 15. mars
Kl. 17.00 Kekkia ??? Ísland
Kl. 19.00 Russland ??? Føroyar
Venjarar hjá føroyska U17 kvinnulandsliðnum eru Flemming Oliver Jensen og Bárður Johannesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald