U17 landsliðið hjá dreingjum luttekur um dagarnar í European Open. Kappingin er í svenska býnum Gøteborg.
16 lond eru við. Føroyar eru í bólki við Svøríki, Estlandi og Slovakia. Tveir dystir eru í dag. Fyrri er móti Svøríki klokkan 13:00 og seinni er móti Slovakia klokkan 19:30. Í morgin skulu dreingirnir royna seg móti Estlandi. Tann dysturin byrjar klokkan 14:00.
Tvey tey fremstu liðini úr hvørjum bólki koma víðari til millumrundurnar, ið eru mikudagin. Sjálv finalan er fríggjakvøldið, í stásiligu høllini Gøteborg Scandinavium, sum millum annað hýsti EM hjá kvinnum í 2016.
Teir, sum eru úttiknir til landsliðið eru:
Andri Kristiansson Hansen, ST??F
Hendrikur Davidsen, VÍF
Jón á Argjaboða, Neistin
Rókur Holm Joensen, Neistin
Johannes Bjørgvin, Neistin
Tróndur Mikkelsen, Neistin
Gilli Sjúrðarson Holm, Neistin
Dánjal Ragnarson, Neistin
Jónas Rasmussen, Neistin
Martin Danielsen, Tjaldur
Sakaris Aviana Sakarisson, H71
Andras Klein, H71
Jóan Pauli Patursson, Kyndil
Jann Rói Torfinnsson, Kyndil
Hørður Lognberg, ÍA
Høgni Fríðuson Gaard, Skjern
Venjarar eru Christoffur Gert Nielsen og Mark Lausen-Marcher.
Leiksskráin og støður fyri kappingina síggjast her:
http://www.eurohandball.com/???/men/???/round/1/Final+Tournament
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald