Ítróttur

HSF: Tvey spennandi lutakøst fríggjadagin

...

2016-06-22 11:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Komandi fríggjadag, 24. juni, verða tvey sera spennandi lutakøst á høvuðsætinum hjá EHF í Wien. Klokkan 13.00 verður lutakasti hjá kvinnum til fyrsta umfar í HM-undankappingina til HM 2017, hareftir lutakast til fyrsta umfar í EM-undankappingina hjá monnum til EM 2020 verður. Alandsliðini hjá Føroyum eru við í báðum kappingunum. HM-undankappingin hjá kvinnum 15 lið eru styrkismett í tríggjar pottar: Pottur 1: Eysturríki, Hvítarussland, Ísland, Slovakia, Turkaland og Ukreina Pottur 2: Italia, Litava, Makedonia, Portugal og Sveis Pottur 3: Føroyar, Grikkaland, Ísrael og Kosovo.

Liðini verða drigin í tríggjar bólkar við fýra liðum og ein bólk við trimum liðum. Tvey tey fremstu liðini í bólki 1-3 koma víðari og fremsta liðið í bólki 4 kemur víðari, til play-off dystirnar. Um liðini í bólkinum ikki semjast um at spæla dystirnar á einum staði yvir eitt vikuskifti, verða leiktir heima- og útidystir, har leikt verður í trimum umførum: Millum 5. og 9 oktober 2016 Millum 23. ??? 27. november 2016 Millum 30. november og 4. desember. 2016 EM-undankappingin hjá monnum Hjá monnunum er liðini eisini styrkismett í tríggjar bólkar: Pottur 1: Turkaland, Grikkaland og Italia Pottur 2: Estland, Luksemburg og Kypros Pottur 3: Georgia, Føroyar og Kosovo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder