Ítróttur

HSF tekur stór stig í 2015

...

2014-12-19 19:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nú 2014 er farið at halla vilja vit kunna um nøkur av stigunum HSF tekur í 2015. Hondbóltssambandið hevur meldað lið til allar tær stóru altjóða kappingarnar fyri ungdómslandslið í 2015. Hetta er liður í málinum, har føroyskur hondbóltur skal luttaka støðugt og framhaldandi á altjóða pallinum á jøvnum føti við okkara grannalond.

 U17 EM undankapping í Føroyum í marts

HSF hevur vunnið rættin at hýsa bólki 2 í U17 EM undankappingini hjá kvinnum, sum verður í mars. Í lutakastinum endaðu Føroyar í bólki saman við Russlandi, Kekkia og Íslandi. Endaspælið verður í Makadonia 13. ??? 23. august 2015. Dystirnir verða spældir í høllini á Hálsi í Havn, og fegnast HSF um aftur at hýsa altjóða hondbólti í Føroyum.

U21 mennirnir til Grikkalands í januar
Longu nú í januar skal U21 manslandsliðið luttaka í HM undankappingini, sum verður spæld í Grikkalandi í døgunum 9. og 10. januar 2015. Føroyar eru í bólki 8 saman við Serbia og vertslandinum. Vinnarin kemur víðari í endaspælið, sum verður í Brasilia 19. juli til 2. august 2015. Liðið er mannað av fleiri profilum úr Atlantic Airways deildini, og hóast hørð mótstøðulið eru vónir um góðar dystir.

U19 kvinnurnar til Litava í apríl
Í apríl skal U19 kvinnulandsliðið til Litava at spæla EM undankapping. Føroyar eru í bólki 2 saman við Noreg, Kekkia og Litava. Tvey lið fara víðari til sjálvt endaspælið, sum verður í Spania í døgunum 23. juli til 2. august 2015.

U19 mennirnir til European Open í Svøríki í summar
Eins og undanfarnu árini fara Føroyar í ár at luttaka í European Open, sum er ein stór altjóða kapping, sum verður spæld í Gøteborg í Svøríki síðuleypandi við Partille Cup, sum er heimsins størsta hondbóltskapping fyri feløg. Kappingin verður í døgunum 29. juni til 3. juli 2015. Annaðhvørt ár er kappingin fyri U19 manslandslið og annaðhvørt ár fyri U18 kvinnulandslið. Tær flestu av teimum fremstu hondbóltstjóðunum luttaka. Fleiri av leikarunum, sum luttóku í somu kapping í 2013 hava aldur at luttaka aftur í ár. Føroyska liðið gjørdist nr. 16 av 22 liðum í 2013.

Íslandssamstarv
HSF er í ferð við at menna samstarv við HSI fyri teir eldru úrvalsbólkarnar, U16 (1998/99) og U14 (2000/01) gentur og dreingir. Í tí sambandi er ætlanin at hittast árliga, annaðhvørt ár í Íslandi og annaðhvørt ár í Føroyum. Fyrstu ferð verður í Íslandi í mei 2015.

Men´s InterContinental IHF Trophy 2015 í heyst
Tá U21 manslandsliðið í mei í ár, í Andorra, vann IHF Trophy Europe kappingina, spældu teir seg samstundis víðari til Interkontinentala IHF Trophy Finaluumfarið, sum verður spælt á heysti í 2015. Hóast kappingin ikki er liðug enn, hava fleiri enn 80 lond kring allan heimin longu kappast um tey 5 plássini í finaluni. Føroyar og Tahiti hava higartil tryggja sær pláss í endaspælinum. Enn er ikki kunngjørt hvar endaspælið verður.

A-landsliðini
HSF hevur sum málsetning, at A-landsliðini hjá monnum og kvinnum skulu hava spennandi uppgávur í 2015. Grundleggjandi hevur HSF lagt áherðslu á, at gera tingini í rættari røð, soleiðis at vit bæði fíggjarliga og umsitingarliga lofta ítróttarligu ætlanunum, og á tann hátt tryggja framhaldni soleiðis at altjóða luttøkan hjá føroyskum hondbólti verður støðug og reglulig, tað skrivar HSF á heimasíðu síni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder