Ítróttur

HSF: Nógv landsliðsvirksemi verður millum jól og nýggjár

...

2015-12-23 05:41 Author image
placeholder

Nógv landsliðsvirksemi verður millum jól og nýggjár. Boð eru send eftir U18 kvinnum og monnum, U20 monnum og A-landsliðnum hjá monnum. Venjingarnar eru liður í fyrireikingunum til komandi altjóða uppgávur í 2016.


2. jóladag verður venjingardystur millum U20-landsliðið hjá monnum og ÍF Føroyar kl. 16.00 í Kollafirði. U20-landsliðið skal spæla EM-undandystir í apríl, har Sveits, Makedonia og Montenegro vera mótstøðuliðini. Dystirnir verða í Sveits. Liðið hjá ÍF Føroyum liggur í løtuni á odda í 3. divisjón í Danmark og eru fleiri A-landsliðsleikarar á liðnum. Venjarar hjá føroyska U20-landsliðnum eru Kári Nielsen og Ingi Olsen.

3. jóladag venur U18-landsliðið hjá monnum í Hoyvíkshøllini. Liðið fyrireikar seg til EM-kapping, sum verður í august í Bulgaria, har mótstøðuliðini eru Turkaland, Finland, Bulgaria og Luksemburg. Venjarar hjá føroyska U18-landsliðnum eru Ingi Olsen og Hjalmar Klein Olsen.

28. ??? 30. des. eru øll tey nevndu liðini samlaði til venjingar, testir og fundir. A-landsliðið hjá monnum fyrireikar seg til EM-undandystir í 2016. Venjarar hjá A-landsliðnum hjá monnum eru Kári Nielsen og Birgir Hansen. Liðið spælir venjingardyst móti U20-landsliðnum mikudagin 30. des kl. 16.30 í Hoyvíkshøllini.

U18-landsliðið hjá kvinnum, sum var nær við at spæla seg til EM-endaspælið í vár, er eisini saman og fyrireikar liðið seg til European Open, sum verður í Svøríki í summar. Venjarar hjá liðnum eru Bárður Johannesen og Julian Johansen.

Anders Poulsen, úrvalsmennari hjá HSF, verður eisini saman við venjarunum og liðunum. Anders hevur sergrein í kropsligari venjing og verður stórur dentur lagdur á hetta við bæði venjingum og fyrilestrum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder