JN

HSF: Grundskeið 2 verður leygardagin 21. mars

...

2015-03-18 14:32 Author image
placeholder

Komandi leygardag verður grundskeið 2 í venjaraútbúgvingini í Kollafirði. Skráin sær soleiðis út:

09.00 Psykologi og coaching
09.35 Spæliætlan og planlegging
10.15 Bólkaarbeiði
10.45 Kaffi og framløga
11.15 Skjótálop og skjótverja, teori
11.45 Døgurðasteðgur
12.30 Skjótálop og skjótverja
13.45 Fysisk venjing, teori
14.45 Bólkaarbeiði
15.15 Kaffi og framløga
15.45 Fysisk venjing í høll
17.00 Eftirmeting & samanumtøka
17.15 Liðugt

Skeiðsdagarnir eru hesir:
Leygardag 21. mars ??? Grundskeið 2 í Kollafirði
Leygardag 18. apríl ??? Valskeið í Hoyvík
Týsdag 21. apríl ??? Valskeið ??? Málmansvenjing í Hoyvík

Undirvísarar er Birgir Hansen, Kári Nielsen og Dia Midjord. Samskipari av venjaraútbúgvingini er Jón Kragesteen.

Enn kunnu hondbóltsfólk/ feløg leypandi melda til skeiðini.
Send teldupost til [email protected], upplýs navn, tlf.nr., felag og teldupost.
Hvørt valskeið kostar 250,- kr og er tilmeldingin endalig, tá skeiðsgjaldið er goldið á konto hjá HSF 9181 1230931

Um HSF-útbúgvingina
HSF venjaraútbúgvingin er lagað til umstøðurnar í Føroyum, men tekur støði í venjaraútbúgvingini hjá danska hondbóltssambandinum og er eisini gjørd í samstarvi við DHF. Føroyska útbúgvingin byggir á, at tú skalt útvega tær ávíst stigatal fyri at sleppa víðari. Tú kanst útvega tær stig sum spælari, venjari ella við at taka venjaraskeiðini. Í alt skalt tú hava 50 stig fyri at koma víðari á test-skeið. ??tlanin er at skipa fyri fyrstu royndini á páskum 2015. Tey, sum klára royndina, fáa møguleikan at útbúgva seg víðari. Næsta stig í hesum sambandi er ???Divisionstrænerkursus???, og sum frá líður verður møguleiki at taka hesi útbúgvingarskeið í Føroyum. Tað verður við bæði føroyskum og donskum vegleiðarum, tí DHF hevur bjóðað seg fram at standa fyri útbúgvingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder