Ítróttur

HSF: Gongd komin á úrvalsarbeiðið

...

2014-01-04 05:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Higartil hava verið tríggjar samlingar við bæði gentum og dreingjum í trimum aldursbólkum. Í vár verða aftur tríggjar samlingar, sum verða í viku 3 (17-19. januar), viku 8 (21-23. februar) og viku 14 (4-6. apríl).

Fyrsta samlingin var í oktober, tá feløgini sendu útivið 300 skikkaðar spælarar, og síðani tvær, í november og desember, har umleið 28 spælarar vóru valdir út í hvørjum aldursbólki.

Nú er so ætlanin at skerja hóparnar, so teir telja umleið 25 spælarar, harav fýra eru málverjar, og síðani er ætlanin at halda seg til umleið tað talið. Hetta merkir tó ikki, at aðrir spælarar ikki kunnu koma upp á tal, tí væntandi verða útskiftingar, alt eftir gongdini hjá spælarunum.

??? Tað hevur gingið sera væl, og eg havi staðfest, at føroyskur hondbóltur eigur nógvar gávuríkar spælarar. Grundarlag er avgjørt til staðar fyri at hava eina enn størri menning, sigur Flemming Oliver Jensen, ið stendur fyri úrvalsvenjingunum.

Hann vísir á, at tað hevur stóran týdning, at spælararnir gera upp við seg sjálvar, um hetta er tað rætta fyri teir, tí pláss er bara fyri teimum, sum í verki vísa, at viljin veruliga er til at vera við.

??? Tey, sum eru so heppin, dugnalig og ágrýtin, at tey sleppa at halda fram, mugu vera eyðmjúk mótvegis møguleikanum og vísa virðing fyri teimum mongu, ið ikki fáa sama møguleika sum tey, sigur Flemming Oliver Jensen.

Afturat sær hevur hann nú fingið 10 hjálparvenjarar. Tað skulu verða tveir til hvønn aldursbólk, so tað skal bera betur til at tryggja eitt gott og framhaldandi úrvalsarbeiði:

G12: Anya Midjord og Johnny Lamhauge
D12: Harald Bjørgvin og Jóhan F. Danielsen
G14: Eyðun Jensen og Jákup Hanusson
D14: Bogi Davidsen
D16: Birgir Poulsen
G17: Morten Hust Petersen og Einar Martin Jacobsen

Samstundis, sum úrvalsvenjingarnar eru farnar í gongd, hevur HSF mannað eina úrvalsnevnd, sum saman við starvsnevndini skal seta út í kortið, hvussu landsliðs- og úrvalsarbeiðið skal skipast frameftir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder