Ítróttur

HSF gjørt klæðnasáttmála við Sportigan

...

2014-06-11 15:49 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
HSF: Sum ein liður í miðvísa arbeiðinum hjá HSF at skipa landsliðs- og úrvalsarbeiði í føroyskum hondbólti hevur HSF gjørt klæðnasáttmála við Sportigan í SMS.

Sáttmálin inniberð, at framyvir verða øll landsliðini og úrvalsbólkarnir hjá HSF, líka frá A-landsliðum hjá kvinnum og monnum og heilt niður í U12, ílatin klæðir av merkinum Select, sum Sportigan umboðar.

Sáttmálin, sum er galdandi í 4 ár, er eitt týðandi fet á leiðini í royndunum hjá HSF at skapa støðugar karmar fyri landsliðshondbólti í Føroyum.

Bæði Kristian Johansen, formaður í HSF, og Rúni Mohr, leiðari í Sportigan, fegnast um avtaluna og eru spentir at byrja samstarvið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder