2013-09-18 21:41
Eitt nýtt blað í hondbóltssøguni varð skrivað í Klaksvík leygardagin 14. september, tá fyrsta grundskeiðið í venjaraútbúgvingini fór av bakkastokki í KÍ høllini. Á skeiðinum vóru 22 luttakarar úr norðureysturøkinum, nevniliga úr Stjørnuni, StÍF, Tjaldri og EB. Undirvísarar vóru Dia Midjord og Birgir Hansen. Grundvenjaraútbúgvingin, sum HSF hevur sett í verk, fevnir um tvey dagsskeið umframt tvey valskeið. Hondbóltsfelagið Stjørnan var vertur fyri skeiðinum, sum eydnaðist sera væl.
Komandi leygardag verður fyri norður-vesturøkinum og tað verður í Vestmanna, har VÍF er vertur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald