Føroyar spældi ein heilt góðan dyst í dag móti Moldova. Føroyar vann 40-30, eftir 21-16 í hálvleikinum. Føroyar hava vanliga spælt heilt tættar dystir móti Moldova, men í dag vóru okkara greitt betri
Álopspælið var væl tolið, væl sett upp og komu var harvið til góðar kjansir, sum oftast vóru settir í kassan. Eisini høvdu okkara nógv góð skjótálop. Her var Hans Eli serliga eyðsýndur. Verjan haltaði eina løtu í fyrra hálvleiki og fingu Moldovar heldur nógv mál uppá langskot.
Íseinna hálvleiki var farið yvir til 5-1 verju, sum eisini eydnaðist væl. Moldovar knekkaðu og okkara koyrdu tað heim. Aftur í dag fingu allir spælitíð og flestu komu á máltalvuna.
Peter Krogh var eftir dystin valdur til besta leikara í dystinum hjá Føroyum. Petur var flúgvandi í fyrrahálvleiki, har hann 6 ferðir setti bóltin í kassan og spældi hinar væl upp.
Málskjúttar:
Peter Krogh 7
Hans Eli Sigurbjørnsson 6
Høgni Klein Olsen 5 (2)
Tróndur Kragesteen 5
Rógvi Dal Christiansen 4
Tróndur Arge 3
Rókur Akralíð 3
Hanus Christophersen 3
Torstein Balle 2
Allan Norðberg 1
Frank Askildsen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald