Ítróttur

HSF: Føroyar sleppa ikki við í Challenge Trophy

...

2013-12-26 17:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

Eftir at hava meldað til Challenge Trophy kappingina fyri U23 kvinnur, er nú greitt, at Føroyar ikki sleppa við á hesum sinni. 11 lond høvdu meldað til, og leikast skuldi í tveimum bólkum við 4 liðum í hvørjum. EHF sigur seg hava roynt at fingið 1 lið at luttaka afturat, soleiðis at 3 bólkar kundu vera við 4 liðum í hvørjum. Men tá tað sbrt. EHF ikki eydnaðist, var greitt, at trý lið skuldu soldast frá. EHF hevur valt Føroyar, Azerbadjan og Malta frá við teirri grundgeving, at hesi londini ikki eru farin víðari frá Challenge Trophy kappingini. T.v.s., at hagtølini vísa, at ikki er luttikið í Europa Cup fyri lið og øðrum ungdóms kvalifikatiónskappingum.

Hetta er ein strika í rokningi, tí liðið er langt síðani farið undir fyrireikingarnar til eina møguliga luttøku. Tað dró út við at finna vertsland, og ikki kundi bíðast við at fara undir fyrireikingarnar. At vit ikki fáa møguleikan at vera við, var ikki nakað, sum vit høvdu droymt um. Kappingin er fyri smátjóðirnar innan EHF, men sum nú er, sær tað meiri út sum, at hagtølini hava alt at siga. HSF hevur alla tíðina havt í hyggju at fara víðari, men at vinna Challenge Trophy kappingina fyrst, hevur eisini alla tíðina verið ætlanin.

HSF harmast mikið hesa støðu og hevur sent EHF mótmælisskriv við neyvt útgreinandi grundgevingum fyri, hví HSF metir tað vera alneyðugt at luttaka, men enn er einki svar komið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder