Hondbóltssambandið og Atlantic Airways hava í dag gjørt samstarvsavtalu um landsliðini hjá HSF. Kristian Johansen, starvsnevndarformaður í HSF og Allan Skaalum, sølu- marknaðarstjóri hjá Atlantic Airways, skrivaðu fyrrapartin í dag undir eina 2-ára samstarvsavtalu um føroysku landsliðini, herundir A-landsliðini og ungdómslandsliðini.
Síðani 2004 hevur besta mansdeildin í hondbólti verið nevnd Atlantic Airways deildin. Allan Skaalum sigur, at tey í Atlantic Airways hava verið glað fyri samstarvið, men at tey nú fegin vilja vera við, tá HSF er farið undir eitt somikð gott og miðvíst landsliðsarbeiði. Kristian Johansen fegnast eisini um avtaluna og sigur, at tað hevur sera stóran týdning at hava góðar samstarvsfelagar í rygginum, sum kunnu vera við til at tryggja góðu gongdina framyvir.
Avtalan inniber m.a. at øll landsliðini hjá Føroyum framyvir koma at bera búmerki hjá Atlantic Airways.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald