Í samband við at Dagur Sigurðsson í morgin kemur at vitja HSF og føroyskan hondbólt verður fyrilestur í nýggju snotuligu hølunum hjá Bank Nordik á Oknarvegi 2 í Havn nú mánakvøldið 28. nov kl. 19.00. Fyrilesturin er ókeypis.
Dagur Sigurðsson er kendur íslendskur hondbóltsvenjari og fyrrverandi landsliðsleikari. Dagur Sigurðsson er í dag ein av heimsins fremstu hondbóltsvenjarum. Dagur er í løtuni venjari hjá týska manslandsliðnum. Tað var undir hansara leiðslu, at Týskland fyrr í ár vann Evropameistaraheitið og í summar á Olympisku leikunum í Rio vunnu bronsu.
Fyrilesturin fer at snúgva seg um yrkisleið Sigurðssons, sum leikari og venjari, hví íslendskur hondbóltur er so frammaliga og eisini um venjaraleiklutin, leiðslu, motivatión og leikarahandfaring.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald