Ítróttur

HSF: A-landsliðið er úttikið

...

2017-06-08 14:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

A-landsliðið hjá monnum, ið skal við til Emerging Nations Championsip, er úttikið.

Í næstu viku, frá mánadegnum 12. juni til sunnudagin 18. juni, luttekur A-landsliðið í hondbóltskapping í Gabrova í Bulgaria.

Emerging Nations Championship er kapping fyri smátjóðir í hondbólti.

16 lond eru við í kappingini. Føroyar eru í bólki saman við Kina, Armenia og Moldova.

Kappingin er skipað á tann hátt, at 24 ára aldursloft er á spælarunum, tó kann hvørt landi kann hava tríggjar spælarar, ið eru eldri enn aldursloftið.

Venjararnir, Jeppe Borch og Halgir Dahl Olesen, hava úttikið 15 spælarar.

Hans Eli Sigurbjørnson ??? KÍF
Peter Krogh ??? H71
Tróndur Arge ??? H71
Hanus Christophersen ??? VÍF
Allan Norðberg ??? STÍF
Torstein Balle ??? Neistin
Frank Askildsen ??? Neistin
Eliesar Rubeksen ??? Neistin
Jan Pauli Toft Johannesen ??? Kyndil
Høgni Klein Olsen ??? Kyndil
Rógvi Dal Christiansen ??? Kyndil
Tróndur Kragesteen ??? ÍF Føroyar
Rókur Akralíð ??? ÍF Føroyar
Eirikur Simonsen ??? ÍF Føroyar
Lars Larsen Black ??? ÍF Føroyar

Dystarskráin hjá Føroyum:

12. juni, klokkan 14:00, Kina-Føroyar
13. juni, klokkan 14:00, Føroyar-Moldova
14. juni, klokkan 14:00, Føroyar-Armenia

Um Føroyar spæla seg víðari úr bólkaspælinum, skulu Føroyar spæla fjórðingsfinalu fríggjadagin 16. juni. Hálvfinalurnar eru leygardagin og finalan er sunnudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder