Ítróttur

HSF: 70 vilja á venjaraskeið

...

2013-08-25 20:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sigast má, at undirtøkan fyri venjaraskeiðunum hevur verið langt yvir tað, ið væntað varð, nevniliga heili 70 fólk ??? og hetta er væl og virðiliga omanfyri málsetningin, sum var at fáa 50. Um 3 vikur verður fyrsta grundskeiðið, nevniliga tað, sum eru fyri økið Eysturoy og Norðoyggjar, sum verður 14. sept. ??? væntandi í Klaksvík.

Tilmeldingarnar eru komnar úr øllum landinum: 3 úr EB, 11 úr H71 , 2 úr ÍA, 3 úr KÍF, 5 úr Kyndli, 10 úr Neistanum, 6 úr SÍF/Søljuni, 9 úr StÍF, 6 úr Stjørnuni, 2 úr Team Klaksvík, 3 úr VB, 2 úr Tjaldur, 2 úr Vípuni um + nøkur afturat.

Í næstum verður endaliga dagsskráin kunngjørd. Tað eru Birgir Hansen, Kári Nielsen og Dia Midjord, sum fara at standa fyri útbúgvingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder