Ítróttur

HSF: 40 fólk tilmeldaði venjaraútbúgvingina

...

2015-03-06 20:18 Author image
placeholder

Heili 40 fólk hava meldað til venjaraskeiðini, sum verða í vár. Flestu luttakaranir eru nýggir, meðan nøkur taka stakskeið, sum tey mangla. Byrjað verður í morgin á Eiði, har grundskeið 1 verður. Skráin sær soleiðis út:

08.45 Morgunmatur
09.00 Vælkomin ??? stutt kunning um undirv. og útbúgvingina.
09.15 Pædagogik og undirvísingarlæra.
11.45 Matarsteðgur.
12.15 Upphiting og skaðafyribyrgjandi venjing ( teori ).
13.30 Venjing í høll ??? evni : ??? upphiting og skaðafyribyrging.
15.00 Kaffi steðgur
15.15 Vit eftirmeta hallarvenjingina.
16.00 Venjarin og leiðsla.
17.45 Samanumtøka.
18.00 Liðugt.

Skeiðsdagarnir eru hesir:
Leygardagin 7. mars ??? Grundskeið 1 á Eiði
Leygardag 21. mars ??? Grundskeið 2 í Kollafirði
Leygardag 18. apríl ??? Valskeið í Hoyvík
Týsdag 21. apríl ??? Valskeið ??? Málmansvenjing í Hoyvík

Undirvísarar er Birgir Hansen, Kári Nielsen og Dia Midjord. Samskipari av venjaraútbúgvingini er Jón Kragesteen.

Enn kunnu hondbóltsfólk/ feløg leypandi melda til skeiðini.
Send teldupost til [email protected], upplýs navn, tlf.nr., felag og teldupost.
Hvørt valskeið kostar 250,- kr og er tilmeldingin endalig, tá skeiðsgjaldið er goldið á konto hjá HSF 9181 1230931

Um HSF-útbúgvingina
HSF venjaraútbúgvingin er lagað til umstøðurnar í Føroyum, men tekur støði í venjaraútbúgvingini hjá danska hondbóltssambandinum og er eisini gjørd í samstarvi við DHF. Føroyska útbúgvingin byggir á, at tú skalt útvega tær ávíst stigatal fyri at sleppa víðari. Tú kanst útvega tær stig sum spælari, venjari ella við at taka venjaraskeiðini. Í alt skalt tú hava 50 stig fyri at koma víðari á test-skeið. ??tlanin er at skipa fyri fyrstu royndini á páskum 2015. Tey, sum klára royndina, fáa møguleikan at útbúgva seg víðari. Næsta stig í hesum sambandi er ???Divisionstrænerkursus???, og sum frá líður verður møguleiki at taka hesi útbúgvingarskeið í Føroyum. Tað verður við bæði føroyskum og donskum vegleiðarum, tí DHF hevur bjóðað seg fram at standa fyri útbúgvingini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder