2015-11-11 03:45
Fyritøkan HP-Jarn byggir aliringar á havnaøkinum á Eiði. Seinasta fríggjadag løgdu vit leiðina til Eiðis, har aliringarnir verða gjørdir, tá vóru tveir mans til arbeiðis, men í ár hava teir fyri tað mesta veri 3 mans, tí eftirspurningurin er so stórur.
Vit tosaðu við Heðin Poulsen, sum eigur fyritøkuna HP-Jarn, hann sigur, at teir arbeiða fyri KJ-Hyduralik á Kambsdali. Teir hava bygt aliringar í 5 ár, hesi 5 árini hava teir gjørt 195 aliringar, men einki ár eru so nógvir gjørdir sum í ár, higartil í ár hava teir gjørt 60 aliringar og teir rokna við at gera 10 afturat í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald