So vóru felagshølini í Hoyvíkshøllini liðug. Og við teimum eru umstøðurnar at til ítróttar- og felagslívið í Hoyvíkini blivnar munandi betri.
At byggja Hoyvíkshøllina á sinni hevur av sonnum verið ein sólkskinssøga ??? hóast tað hava verið forðingar á vegnum - mest vegna tess, at høllin var ov lítil frá fyrsta degi.
Men sama um høllin var ov lítil, so hava úrslitini og ítróttarlívið, sum hon hevur verið karmur um, verið framúr. So tí fegnast vit í mentamálanevndini um, at tað eydnaðist at fáa eina nóg stóra játtan setta av, so at felagshølini við lyftu og køki nú standa liðug.
Eg kann bert viðmæla øllum at fara niðan at uppliva hølini. Tí tey eru sera innbjóðandi við einum framúrskarandi útsýni.
Áskoðaraplássini eru tað næsta
Seinastu steypafinalurnar í hondbólti hava prógvað, at H71 er komið fyri at vera, og at hetta felag telist millum tey bestu í flest øllum deildum. Tað setur krøv til umstøðurnar. Tað vita vit. Og næsta stig má tí vera at tryggja, at fleiri áskoðarar kunnu koma inn í høllina til teir stóru dystir, sum tað verða fleiri og fleiri av.
Hallarbygging í Havn
Men tørvurin á venjingarumstøðum er stórur alla staðni í kommununi og í býnum.
Fyrst verður farið oman á Háls at byggja høllina út, samstundis sum farið verður út á Argir at gera fimleikahallirnar um til fullan hondbóltsvøll.
Eg ivist kortini ikki í, at tað innan eitt rímiligt skorbrá fer at eydnast okkum í Býráðnum at finna fígging fyri triðja byggistig í dagføringinai av Hoyvíkshøllini, sum er at skapa fleiri áskoðarapláss. Tað eigur at kunna lata seg gera.
Hoyvíkshøllin er eitt fantastiskt aktiv fyri Hoyvíkina og sosttt fyri Havnina. Og leikluturin hjá H71 hevur so sanniliga ikki ligið eftir. Í góðum samstarvi fara vit eisini at røkka teirri seinastu dagføringina av Hoyvíkshøllini.
Helena Dam á Neystabø, Tórshavnar Býráð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald