Hoyvíkar skúli, er upprunaliga bygdur í 1976. Síðan varð hann útbygdur í 1992 og 2001.
Í Hoyvíkar skúla ganga næmingar úr 1. upp í 9. Flokk, og er skúlin er ætlaður til tveir flokkar í hvørjum árgangi. Og hevur skúlin eisini spennandi verkætlanir fyri næmingum í avbjóðingum. Og yvirhøvur hevur skúlin øll hesi árini verið ein framúr karmur um skúlagongdina hópin av børnum.
Skúlastýrið fyri Hoyvíkar Skúla hevur í fleiri ár gjørt vart við, at skúlin er ótíðarhóskandi, og at átrokandi tørvur er á umvælingum, ábótum og eisini útbygging. Hoyvíkin er kanska skjótast vaksandi øki í øllum Føroyum, og hóast nýggjur skúli er bygdur á Løgmannabreyt, so er longu trot á bæði skúlastovum og hølum til frítíðarskúla í hesum vakstrarøki.
Nú verður farið undir at fyrireika tær umvælingar og umbyggingar, sum so leingi hava trokað á.
Í apríl mánaði í fjør samtykti Mentanarnevndin at arbeiða víðari við ætlan um at byggja uppí sjálvan skúlan til tess at alt skúlaverksemið kann rúmast har. Síðani hesa samtykt hevur nógv orka verið løgd í at fáa gongd á fyrireiking og bygging av nýggjum Vesturskúla. Men tað er púra greitt, at vit ikki kunnu bíða við at taka støðu til Hoyvíkar skúla, til Vesturskúlin er liðugur.
Og á býráðsfundi í kvøld samtykti býráðið tilmæli frá Mentanarnevnd at játta kr. 445.000 til at fáa til vega tørvslýsing, skitsuprojekt og kostnaðarmeting fyri uppíbygging og høvuðsumvæling av Hoyvíkar Skúla. Eisini hvussu skúlavirksemið kann skipast, meðan byggiarbeiðið fer fram og tíðarætlan tí viðvíkjandi. Miðað verður eftir at henda tørvslýsing skal leggjast aftur fyri mentanarnevndina í juni 2015.
Sum forkvinna í Mentanarnevndini fegnist eg um hesa avgerð, tí tað eru fáar uppgávur sum hava størri týdning, enn at tryggja okkara ungu tíðarhóskandi og góðar umstøður at ganga í skúla.
Tað hevur stóran týdning at fá ferða á at byggja Vesturskúlan, tí her ganga nógvir næmingar á berajólum. Men tað hevur eisini stóran týdning at leggja eina greiða ætlan fyri útbyggingarætlanini í Hoyvíkar skúla.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentanarnevnd Tórshvanar Býráðs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald