2019-01-15 14:53

Hoyvík, sum hevur leitað eftir makreli í føroyskum sjógvi, landar í dag 100 tons til Pelagos, teir sóu nakað á Munkagrunninum, helst fyrstu ferð hesa árstíð, at makrelur er fiskaður í føroyskum sjógvi.
Støddin liggur um 300 gramm.
Hoyvík fer ikki útaftur fyribils, tí tað var ov lítið at síggja, so helst verður ikki roynt aftur fyrrenn í september. Hoyvík hevur ikki atgongd at fiska við Hetland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald