2017-01-15 20:33
Hoyvík siglur heim eftir at hava verið á sínum fyrsta túri, tað er Thor í Hósvík ið eigur skipið, sum teir hava keypt úr Norra. Hoyvík kom til Føroyar næst seinasta leygardag.
Vit hava tosað við Hans Andrias Kelduberg, reiðara, fyri løtu síðani. Hans Andrias letur væl at skipinum, og sigur at skipið riggar stak væl, og tað er arbeiðs vinarligt.
Hoyvík landar henda túrin til Faroe Pelagic í Kollafirði, teir hava fult skip, teir hava 1200 tons av makreli ið fer til matna, teir hava henda túrin roynt vestan fyri Hetland. Tá ið fiskurin ikki fer til matna tekur skipið góð 2100 tons. Miðalvektin á makrelinum liggur um 350 gramm.
Sigast má at teir hava havt ordiligan rokfiskiskap, teir vórðu góðar 15 tímar á feltinum, og gjørdu 4 tov. Við skipinum henda túrin eru 15 mans við, sum eru 6 útvir manningina. 4 norðmenn eru við, sum áttu skipið áðrenn, og so eru Hans Andrias Kelduberg og ein teknikari eisini við.
Teir verða á Kollafirði beint áðrenn midnátt, men sleppa ikki at landa fyrr enn týsmorgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald