Vinna

Hoyvík er á veg inn við svartkjafti

...

2017-05-30 22:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Hoyvík fór fyri góðum tveimum tímum síðani at sigla inn av svartkjaftafeltinum. Í løtuni eru 11 skip á svartkjaftafeltinum vestur úr Suðuroynni.

Reiðarin Hans Andrias Kelduberg sigur við jn.fo, at Hoyvík hevur 600 tons av svartkjafti umborð. Skiparin henda túrin er Hildibjartur Olsen, sum hevur nógvar royndir at fiska svartkjaft. 

Hetta er fyrsti túrur hjá Hoyvík eftir svartkjafti, men tíverri hava teir havt byrjunartrupuleikar við nýggjum troli. 

Hoyvík fer beint á Fuglafjørð, har teir skulu landa til Havsbrún. Teir sleppa framat at landa hósdagin.

Manningin telur 10 mans.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder